Visión/missión
Visión
KBI skal altíð veita eina optimala tænastu, við dygdarvørum og breiðum úrvali, ið ger, at kundin er í hásæti.
Tænasta
Dygd
Úrval
Veiting
Kundin
Lyklaorðini innan visiónina
Tænasta
KBI ynskir altíð at veita ta bestu tænastuna. Verður tað innan vinnukundaøkið ella privatkundaøkið, verður arbeiðið hjá KBI altíð gjørt við tí í huga, at veita ta optimalu tænastuna.
Dygd
Alt, ið KBI bjóðar, skal hava best møguligu dygd. Hetta verður, í mun til tilfar, brúk, tænastu, livitíð, vørutrygd o.a. Samanhangur skal altíð vera millum dygd og kostnað, soleiðis at kundin fær ta heilt røttu loysnina.
Úrval
Eitt av høvuðsmálunum hjá KBI er, at altíð hava eitt so breitt úrval, sum gjørligt. Valið skal altíð kunna standa ímillum nógvar dygdarvørur, og havast skal altíð í huga, at hava so nógvar vørur sum gjørligt, at bjóða teimum málbólkum, ið KBI hevur.
Veiting
KBI ynskir at halda áfram at vera veitari til skip, byggivinnu, framleiðsluvinnu og mekaniska ídnaðin. KBI skal, eftir besta førleika, vera fyrsta val sum veitari. Hetta veri seg við at bjóða tað besta fyri kundan, við at síggja tørvin hjá hvørjum einstakum kunda.
Kundin
KBI skal altíð hava kundan í hásæti. Til eina og hvørja tíð skal arbeiðið gerast optimalt, soleiðis at kundin hevur eina jaliga uppliving. Kundin er lønin, skal altíð havast í huga, um vit skulu fáa kundan at velja okkum.
Missión
Hjá KBI eru vit effektiv, tænastusinnað og altíð klár at ráðgeva, hetta, við at umboða ta bestu vøruna, ið vit kunnu selja tær.
Lyklaorðini innan missiónina
Effektiv
KBI er altíð til reiðar at møta tínum tørvi, og loysir hetta á ein effektivan hátt. Við gjøgnumskygni ynskja vit altíð at bjóða ta bestu vøruna.
Tænastusinnað
KBI stevnir eftir at geva hvørjum kunda eina góða uppliving. KBI ynskir altíð, at finna ta bestu loysnina fyri teg. Um tú hevur eitt ynski, royna vit altíð at ganga hesum á møti.
Ráðgeving
Hjá KBI eru vit altíð klár at geva tí bestu ráðgevingina, um tú ivast í, hvør er rætta vøran til tín. Við at hava innlit í, hvat er best og nýggjast á marknaðinum, hjálpa vit tær á veg at velja rætt.
Umboðan
KBI umboðar helst tey bestu merkini innan marknaðin, ið vit kappast í. Vit veita tær amboð, olju, gass, legur, hitapumpur og mangt annað, ið alt er av hægstu góðsku.
Søla
KBI er altíð til reiðar at selja ella skaffa tær tað, ið tú manglar. Vøruúrvalið er breitt, og av tí at vit umboða nógv ymisk merki, eru hópin av møguleikum, ið vit kunnu bjóða tær.