Vit hava, við nýggjari útgerð, ein góðan møguleika at veita tykkum eina sera góða tænastu innan termografering av el-talvum, aksilgeneratorum og elmotorum.
Um tit, í staðin fyri at eftirspenna talvuna eina ferð um árið, fáa hana termograferaða, verður hetta góðkent av skipsmyndugleikunum, umframt at tit spara pengar, og ikki yvirspenna talvuna.
Gjørd verður ein fullfíggjað frágreiðing yvir arbeiðstøkuna, við myndum og teksti
Vinarliga tosið við okkara serfrøðing innan økið, Jógvan J. Isaksen, maskinmeistari á: jji@kbi.fo ella tlf. 230215