
Herfyri fingu vit fitta vitjan av nøkrum børnum frá útibarnagarðinum úi í Grøv. Eitt av børnunum, Jónria, hevði verið á legu í Nesvík, og har høvdu tey m.a. yrkt ein sang til KBI. Jónria ynskti, at tey skuldu fara á vitjan hjá KBI og syngja sangin fyri starvsfólkunum.
Hetta gjørdu tey so fríggjadagin undan Hvítusunnu. Tað var ein frálíkur sangur og dugdu tey bara heilt væl at syngja.
Vit prenta sangin her niðanfyri (lag: Eg banki eg buki eg smíðið ein bil):
Eg banki eg buki hvønn einasta dag,
og royni at brúka hamar og sag.
Tí konan hon júkar eg fái ei frið,
nú noyðist eg niðan til KBI.
Har nógv er at fáa eg veit ikki hvat,
Eitt kuffert, ein taska og nógv afturat.
Við lyklum og toppum og tongum við,
Ja, alt hettar fært tú hjá KBI.
Vit ganga so longur, ein vogn tú sært,
eg prísin skal nevna, ei verður spart.
Ja, 13 túsund og meira við,
mangt ger man fyri at fáa frið.
Ein maður við hjálmi og útgerð til,
at gera alt tað, sum konan vil,
kann forða at parlagið ferð á glið.
Hvat skuldu tit gjørt uttan KBI (x2)






























