
Hópin av nýggjum grillum á goymslu
KBI selir tað vælkenda merkið Weber. Hetta eru millum tær allarbestu grillirnar á marknaðinum, og í 2011 eru Weber aftur úti við nýggjum og snøggum grillum
Smokey Joe Gold er ein lítil kolgrill, ið tú kanst taka við tær allastaðni.
Tó at grillin er lítil, hevur tú nógvar møguleikar. Hon er góð til at grilla búffar, og tað er pláss fyri einum heilum høsnarunga.
Smokey Joe Gold er 37 cm í diametur, og fæst í svørtum og turkis.
Weber Q120 er tað minsta modellið av gass grillum. Hon er lítil, kompakt og einkul, men tó við nógvum møguleikum. Grillin er gjørd til tey, ið hava tørv á eini grill, ið kann pakkast saman, og takast við allastaðni. Óansæð um tú hevur bát, kampingvogn ella bert skalt hava hana við á útferð, so er Weber Q120 tann rætta loysnin. Weber Q120 hevur tvey síðuborð, ið kunnu leggjast saman, har tú kanst leggja matin á. Á hendan hátt tekur hon so lítið pláss sum gjørligt.
- Hædd: 59,7 cm
- Breidd: 68,6/103,9 cm
- Djúpd: 48 cm

Weber Q200 gass grillin er eitt sindur størri enn Q120. Við at ogna tær Weber Q200, fært tú bæði eina grill, ið tú fert at njóta at vera saman við í dagligdegnum, ímeðan hon eisini er løtt at taka við í bátin, kampingvognin ella á útferð. Við hesi grill fært tú bæði pláss fyri at grilla búffar, høsnarunga, fisk o.a., men tú hevur eisini pláss at grilla pitsa. Á teimum báðum síðuborðunum er gott pláss at leggja amboð og mat frá tær.
- Hædd: 66,1 cm
- Breidd: 80,5/130,6 cm
- Djúpd: 61,6 cm

Weber Q320 gass grillin er ein luksus gass grill, við øllum hentleikum, ið ein tørvar. Hendan nýmótans gass grillin er eitt av flaggskipunum hjá Weber. Lætt og skjótt fært tú sett gongd í tær serligu grill upplivingarnar og tey hugnaligu grill kvøldini, hvønn dag. Við tveimum brennarum kanst tú bæði grilla beinleiðis og óbeinleiðis, og tað stóra grilløkið kanst tú brúka til alt frá høsnarunga, búffum og steikjum, til breyð og bollar og til dømis eisini pitsa.
Weber Q320 - tá bert tað besta er nóg gott!
- Hædd: 140,9 cm
- Breidd: 92,7/140,3 cm
- Djúpd: 76,2 cm








