
KBI á Fish Fair
KBI verður sjálvandi við á North Atlantic Fish Fair, ið verður hildin í Klaksvík tann 5.-7. Apríl 2011
Vit fara at sýna fram ymiskt frá okkara veitarum.
Vit fara at sýna fram vøru frá Wilhemsen Ship Service(Unitor), Norgren, Castrol, Nilfisk Alto, SKF, amboð til montering og demontering, mátitól og annað frá Elma, vøru frá Arrow og frá Lotus Enmotion.
Í sambandi við at vit hava keypt nýtt termograferingstól, fara vit at greiða frá um termografering.
Umframt alt hetta, fara vit eisini at hava eina spennandi kapping fyri øll, ið vitja okkara bás.
Básurin hjá KBI er básur nummar B144, og er hann í Batmintonhøllini (Hall B)
Vit gleða okkum til at taka ímóti tær, tá tú kemur at vitja á okkara bási.








