
Migatronic, tann besta sveisiloysnin til tín
Við nýggju FOCUS røðini bjóðar Migatronic tær, við bert fimm ymsum tólum, allar funktiónir, ið tey flestu hava brúk fyri í dagliga arbeiðinum. FOCUS eru nýmótans invertara sveisitól, ið dekka allan tørv, frá tí lítla berbara MMA stick tólinum, og til TIG og MIG tól til avanseraða ídnaðarsveising.
5 tær bestu orsøkinar til, at tú skalt hava FOCUS í tínari fyritøku, eru:
- Tað besta sveisitólið í sínum bólki
- Tey bestu sveisiúrslitini
- Ógvuliga einkul at brúka og nýmótans tøkni
- 2 ára garanti
- Besti prísurin á marknaðinum í mun til kvalitet
|
|
FOCUS STICK 160 E PFC Er tað rætta valið, tá hugsað verður um eitt driftsikkurt og berbart elektrodusveisitól til verkstøð o.a. FOCUS STICK 160 E sveisar við øllum elektrodutypum og hevur eina spenningstoleransu frá -40 til +10%. Tú kanst velja ímillum plus- og minuspolaritet á elektrodutongini. Eisini er møguleiki at sveisa einkulta TIG sveising við skræðutendring.
|
|
|
|
FOCUS TIG 160 DC HP Er serliga egnað til at sveisa svart og rustfrítt stál. Hetta er tað minsta DC TIG sveisitólið við pulsfunktión og er ótrúliga brúkaravinarligt. TIG pulsfunktiónin gevur tær betri kontrol á sveisingini. HF/LIFTIG gevur tendring við ella uttan háfrekvens. FOCUS TIG 160 DC HP er sjálvandi útstýrd við MIGA Super Blue wolframelektrodum, ið kunnu brúkast til alt tilfar.
|
|
|
|
FOCUS TIG 200 AC/DC Gevur tær trýggjar maskinur í einum, við TIG sveising av øllum tilfari, eisini aluminium. TIG pulsfunktiónin gevur tær betri kontrol á sveisingini. HF/LIFTIG gevur tendring við ella uttan háfrekvens. FOCUS TIG 160 DC HP er sjálvandi útstýrd við MIGA Super Blue wolframelektrodum, ið kunnu brúkast til alt tilfar.
|
|
|
|
FOCUS MIG 300 C-A Er eitt sterkt og kompakt MIG tól við fyrsta floks sveisieginleikum. Kontrolpanelið er brúkaravinarligt og hevur tær væl kendu, trinleysu funktiónirnar. Tólið hevur køliviftu, ið ger, at tað tolir nógvan sveisibelastning. FOCUS MIG 300 er væl egnað til at sveisa svart stál, aluminium og rustfrítt stál. 4 hjulstrekk er standard og tryggjar at tráðurin kemur javnt út, eisini við bleytum træðnum. Sveisitólið verður eisini selt við tí serliga MIG-A-Twist™ brennaranum við fleksiblum svanahálsi.
|
|
|
|
FOCUS MIG 400 S-W Er gjørt við tí professionalla sveisaranum í huga. Kontrolpanelið er brúkaravinarligt og við teimum væl kendu trinleysu funktiónunum. FOCUS MIG 400 fæst við separatari lættvekts tráðboks í aluminium og leysum 1,5 m millumkaðali. Tólið er væl egnað til at sveisa svart stál, aluminium og rustfrítt stál. 4 hjulstrekk er standard og tryggjar at tráðurin kemur javnt út, eisini við bleytum træðnum. Sveisitólið verður eisini seld við tí serliga MIG-A-Twist™ brennaranum við fleksiblum svanahálsi. FOCUS MIG 400 verður selt við vogni og 32 A CEE stikki, klárt til sveising.
|













