
Karl Birgir handar Rakul lærubræv og blómutyssi
Fríggjadagin 19. august bleiv Rakul Hanusardóttir Hansen útlærd sum krambakvinna hjá KBI Sp/f.
Á lítlari samkomu hjá KBI Sp/f fríggjadagin, har starvsfelagar og nærmasta familja hennara vóru til staðar, fekk Rakul handað lærubræv, blómur o.a.
Rakul hevur staðið í læru í 3 ár, og fer ikki at starvast víðari hjá okkum. Vit ynskja henni hjartaliga tillukku við nýggju útbúgvingini og alt tað besta framyvir.








