
Sera væleydnað fiskivinnumessa
Hetta hava verið tríggir sera góðir dagar, har vit hava hitt hópin av kundum og hava havt stundir at taka gott prát um alt tað, sum hevur við fiskivinnu at gera. Hetta gera vit aftur næstu ferð messan verður í Klaksvík, sigur Karl Birgir Isaksen, stjóri í KBI.
Vit selja nógv til fiskivinnuna bæði á sjógvi og á landi, og hava eitt sera breitt úrval av vørum og tænastum at bjóða fram á hesum øki. Tí vóru vit ongantíð í iva um, at vit skuldu vera við, tá North Atlantic Fish Fair bjóðaði inn til stevnu í apríl 2011.
Nú framsýningin er lokin, eru vit meira enn vælnøgd. Vit hava havt ógvuliga nógvar vitjanir á bási okkara hesar dagarnar, og tað er ótrúliga gevandi, at møta kundunum undir slíkum umstøðum. Hetta sigur Karl Birgir Isaksen, stjóri, nú stevnan er liðug, og tíð er at gera upp hvat fekst burturúr. Jú, vit hava eisini selt meir enn vit væntaðu hesar dagarnar, og vit hava havt høvi at vísa ein part av tí, sum vit hava at bjóða fram. Tá vit umboða og selja so nógv ymiskt, er tað trupult, at náa at vísa alt fram, men fólk í vinnuni hava verið sera áhugað í tí vit takast við og bjóða fram.
Vit seta tænastu í hásæti, og tað hava vit gjørt øll árini síðan KBI byrjaði fyri tíggju árum síðani. Hesi tíggju árini eru vit farin frá at húsast til leigu í trongum umstøðum. Nú eru vit í egnum hølum og plássið er longu ov lítið, hóast tað bert eru nøkur fá ár síðani vit bygdu.
So tað hevur gingið gott og skjótt, men ótrúliga spennandi, tí tað er tað vit brenna fyri, at allir kundar skulu føla seg væl og at vit loysa tað uppgávu, ið vit eru sett til at gera. Tað er tað sum ger tað stuttligt at arbeiða, sigur Karl Birgir Isaksen at enda.

Stjórin Karl Birgir Isaksen, starvsfólk og kundar hyggja við áhuga eftir nøkrum av vørunum, ið KBI hevði við á messuni








