Samskifti

KBI Sp/f
Klingrugarður 2
Postboks 354
FO-710 Klaksvík
Faroe Islands

Tel. +298 470200
Fax +298 470201
mail: info@kbi.fo 


XyRex® P3 Plus - fá meira fyri fongin

XyRex ® P3 Plus er tann tryggasti og mest effektivi hátturin at víðka um áhaldnið, hækka virðið og kontrollera bakteriur á fiski, ið er á marknaðinum til fiskivinnuna í dag. 

Við at kontrollera bakteriu spill, hækkar kvaliteturin og áhaldnið, ið gevur eina hækking á upp til 20% í virðinum á fiskinum.

XyRex ® P3 Plus varð gjørt, við endabrúkaranum í huga, og tað verða ikki sett nøkur krøv til pumpu blandingskømur ella onnur mekanisk ella elektrisk tól. XyRex ® P3 Plus er góðkent sum ikki vandamikið, og tað eru ongar heilsufrøðiligar- ella trygdarreglur til brúk ella goymslu av vøruni.  Tað dragar seg um at tilseta ta ynsktu nøgdina av XyRex ® P3 Plus í vatntangarnar, tá teir eru gjørdir til at niðurkøla vatnið. Tá vatnið sirkulerar ígjøgnum kølirúmini, verður XyRex ® P3 Plus spreitt javnt í øllum vatninum, og er klárt til at taka ímóti fiskinum.

XyRex ® P3 Plus er ein ótrúliga konsentrerað vøra, og er tí serstakliga effektiv í mun til prís. 25 litrar av XyRex ® P3 Plus verður brúkt til umleið 250 tons av vatni og fiski. Hetta svarar til eitt forhold á 10000:1. XyRex ® P3 Plus skal koyrast í tangarnar áðrenn fiskurin verður blandaður í vatnið. 

Við nýtslu av XyRex ® P3 Plus tryggjar tú tær, at fongurin hevur lægri tal av niðurbrótandi bakterium, og hetta hækkar tí um virðið á fonginum tá tit landa. Hetta tryggjar eisini, at allir tangarnir verða viðlíkahildnir so væl sum gjørligt, og forðar fyri, at biomassa(slím) setir seg í tangunum.

XyRex ® P3 Plus er gjørt til at vera umhvørvisvinarligt og dálkar ikki umhvørvið, og tað verða ei heldur nakrar restir av hesum á fiskinum. Hetta verður gjørt við evnafrøðiligari samanseting og reinari framleiðslu, ið ikki gevur nakrar skaðiligar bivørur. XyRex ® P3 Plus verður niðurbrotið til reint salt beinanvegin á fiskinum.
XyRex ® P3 Plus er góðkent til EU biocid BSEN1276: 1999 og drekkivatn EN938:1998.
XyRex ® P3 Plus er tann mest effektiva biocid og kvalitetsbetrandi loysnin, ið er á marknaðin dag, og gevur tær eina virðishækkan á upp til 20%.

Les her um eina evnafrøðiliga roynd av XyRex ® P3 Plus
Les her um tvær royndir, ið eru gjørdar umborð á skipum
Open publication - Free publishing - More application
Open publication - Free publishing - More blue