Telduskipan - OCS Premaster

Ídag, nú rakstrar- og íløgukostnaður økjast í stórum, og tíðin er – nógvur - peningur, kemur væl við hjá skipaflotanum, bæði innan fiskivinnu- og offshoreflotanum at goymslurnar eru so smáar sum gjørligt og lættleikin at koma fram at eykalutum er so effektivur sum gjørligt, men at røttu lutir samstundis eru tøkir.
Her er OCS Premaster telduskipanin ikki til at koma uttan um!

Nú alt er so kompliserað, alt skal ganga so skjótt og rationelt, er umráðandi, at teldustýra bæði so, at maskinmeistarin heldur skil á eykalutagoymslum, kokkurin fylgir gjølla provianteringum, reiðaríið neyvt fer gjøgnum manningarlistarnar o.s.fr.a

Eisini og ikki minst er OCS Premaster ein neyv viðlíkahaldsskipan, sum ídag er tvingandi neyðug.

Hetta er tí ein stór hjálp í samband við viðlíkahald á øllum teimum nógvu tólunum, sum ídag er umborð og tí er hetta ódýrari í síðsta enda.

Fleiri føroysk skip hava nú gjørt íløgur í eina OCS Premaster telduskipan. Talið á skipum - sum í ymiskum londum - brúka hesa telduskipan, liggur omanfyri 1000. Eisini Royal Greenland ger nýtslu av henni.

Hon virkar á tann hátt, at allir veitarar liggja inni á hesi skipan, lutirnir síggjast, nær teir eru bílagdir, leveringsdagfesting sæst, og tá lutirnir eru lætnir, er eitt at gera, tað er at trýsta á “received”-knøttin. Tá luturin er goldin sært tú á skipanini “invoiced”. 

– Henda goymslustýring er tvingandi neyðug ídag fyri at halda status yvir goymslur og at viðlðlíkahldið er optimalt.

Telduskipanin er sjálvandi bæði umborð og á høvuðsskrivstovuni, og har reiðaríðið – sum oftast – hevur fleiri skip, verður øll stýringin løgd bæði har og umborð á hvørjum skipi sær.

Henda skipan verður brúkt á flest øllum sløgum av stovnum og skipum, tað veri seg umborð á rækjuskipum, atomverkum, krígsskipum, offshore ella, hvat tað er.

Hon verður ment og dagførd í samband við universitetið í Tromsø.

Les meira her



Privatkundar

Vit hava øll hondamboð, el- og battarímaskinur, skrúvir, besløg, reingerð, bustir, dústsúgvarar og hátrýstreinsarar

Byggivinna

Vit hava sera breitt úrval avbesløgum, seymi, skrúvum, luftamboðum, el- og battarímaskinum til byggivinnuna


Smiðja

Vit hava dygdarlegur, sveisiútgerð, smyrjiolji, kølivesku og amboð til smiðjuvinnuna